Árni Gregersen: Málið er tikið úr mínum hondum

Nú skiftirætturin er komin upp í leikin í málinum um Dimmalætting, missa eigararnir av felagnum ávirkan á hvat hendir, og ávirkan á tað nýggja felagið, sum teir hava stovnað. Men Árni Gregersen vil einki siga um, hvat nú fer at henda við Dimmalætting.

 

 

Árni Gregersen hevur áður sagt, at hann ætlar sær, at blaðið – Dimmalætting ella eitt nýtt blað – skal koma út aftur innan 1. oktober. Men tað tykist heldur órealistiskt, nú Skiftirætturin er komin upp í leikin. Men Árni Gregersen vil einki siga um málið.

 

 

Spurdur um tað ikki er órealistiskt at blaðið kemur út aftur áðrenn 1. oktober sigur Árni Gregersen.

 

 

– Ja, hasi vóru tíni orð. Eg fái ikki sagt nakað í málinum nú.

 

 

Árni Gregersen sigur seg ikki vilja siga nakað um, hvørjar ætlanir teir nú hava við tí nýggja felagnum.

 

 

Men greitt er, at Skiftirætturin nú helst fer at útpeika ein kurator, sum ger av, hvat hendir við gamla felagnum.

 

 

Árni Gregersen ásannar, at málið er tikið úr hansara hondum, og at tað nú er Skiftirætturin, sum ger av, hvat hendir framyvir.