Árni er ársins spælari

Framrættaði lyklaspælarin hjá KÍ var sera sannførandi kosin at vera ársins spælari í 2021

Tað var lítil ella rættari sagt eingin ivi, tá ið venjarar, liðformenn og umboð fyri ítróttarmiðlarnar í kvøld valdu árins fótbóltsspælara hjá monnum.

 

Árni Frederiksberg var lyklaspælari á KÍ liðnum, sum vann FM heitið so sera sannførandi, og í kvøld varð hann kosin at vera ársins spælari.

 

Árni Frederiksberg fekk 134 atkvøður. Honum næstur var Mikkel Dahl við 50 atkvøðum, og teir næstu í røðini vóru Odmar Færø, Sølvi Vatnhamar og Deni Pavlovic.