Fríggjadagin hin 25. apríl klokkan 16 verður flaggdagshald í Vági
Tað verður Arni Brattaberg, vinnulívsmaður, sum er at halda flaggrøðuna, og Ljómur fer at luttaka við sangi og felagssangi.
Í Vági verður sagt, at skótar og úlvar fara at ganga skrúðgongu oman til minnisvarðan, har haldið verður.
Tað er Skótaliðið Royndin, sum skipar fyri haldinum, og her verður heitt á foreldur um at stuðla og fylgja skrúðgonguni ein part av vegnum.
- Eftir flaggdagshaldið verða øll boðin til ein kaffimunn, siga tey í Vágs kommunu í dag.
##med2##