Árni Bass á fløgu

Solo fløgan verður løgd fram í Ebenezer í kvøld – tvey ár eftir at Árni andaðist

Í kvøld verður solofløga við Árna Bech Jensen ella Árna Bass, sum hann ofta varð nevndur, løgd fram. Hann andaðist av herviligari sjúku 28. november í 2011 ella fyri knappliga tveimum árum síðani. Fløgan verður løgd fram á møtinum í Ebenezer klokkan 8 í kvøld. Sangkórið fer at syngja, og Øssur Berghamar, vinmaður og samverkamaður hjá Árna í Sangbrøðrum, sum hevur skipað útgávuna, fer at siga nøkur orð.

 

Kona Árna, Maiken Jensen, fegnast um at dreymurin nú er vorðin til veruleika, og hon greiðir soleiðis frá um fløguna:

-Árni droymdi um at geva fløgu út, men tað var ikki vorðið til veruleika, tá ið hann gjørdist sjúkur. Tá fór hann í studio og sang “Longur á leið”, sum nú er vorðið heitið á fløguni. Hann sang eisini “Í Jesusar hondum” saman við dóttur okkara Erlu, greiðir Maiken frá.

 

Á fløguni eru fjúrtan sangir. Nakrir vórðu upptiknir í 1997, og tann upptøkan hevur sína serligu søgu. Maiken Jensen sigur soleiðis:

-Ein skyldmaður Árna var deyður, og Árni varð biðin at syngja við jarðarferðina, sum var úr Vesturkirkjuni. Hann sang “Er Jesus nær”, og eftir jarðarferðina spurdi hon, sum nú sat einkja, Árna, um hon ikki kundi fáa eina upptøku av sanginum. Árni gjørdi ikki vandari enn at fara í EVR studio, og har sang hann seks sangir inn. Jóannes á Váli spældi klaver og Johannes Danielsen tók upp. Kvinnan fekk so hesar sangirnar á einum kasettubandi, og hann gav eisini mær eitt kopi. Hetta vóru sangir, sungnir “unplugged” eitt kvøldið í 1997. Fimm av hesum sangum eru við á fløguni, nú við fleiri øðrum ljóðførum og bakgrundsrøddum, sum Jákup Zachariassen hevurt lagt aftrat.

 

Miðskeiðis í seksti árunum gjørdist Árni partur av Sangbrøðrum, sum sungu í Ebenezer og aðra staðni kring landið, og sum góvu plátur út.

Øssur Berghamar stílaði fyri. Hann og Árni vóru vinir frá heilt ungum av, og tað er Øssur, sum hevur gingið undan í at fáa dreymin hjá Árna um at geva fløgu út til veruleika. Øssur greiðir soleiðis frá um Árna Bass:

-Tá fyrsta EP-plátan við fýra sangum kom út móti jólum í 1966, var tað serliga bassrøddin hjá Árna, sum hugtók lurtararnar. Serliga var tað sangurin “Eg havi Kristi kærleik”, sum gjørdlist serligi sangurin, ið fólk fóru at seta í samband við Árna. Tað er tí ikki av ongum, at Árni hevur verið kallaður Árni Bass. Men hann hevði eisini gott máloyra, var sera musikalskur, og hetta gjørdi, at hann altíð arbeiddi fyri at fáa støðið á einum sangi so gott sum gjørligt.

Av og á hava Sangbrøður hitst aftur og sungið til onkur serstøk høvi. Í 2002 funnu teir saman aftur og sungu nakrar nýggjar sangir inn, sum vóru útgivnir við einum úrvali av gomlum sangum. Nakrir teirra, har Árni hevur berandi leiklut, eru tiknir við aftur á nýggju fløguni.