Árni Arge 50 ár

Á Jóansøku fyllir ein unglingi í Havn fimti ár.

Vit síggja hann rennandi í Havnar gøtum fleiri ferðir um vikuna saman við øðrum í Bragdinum, hann  spælir hockey í HB- húsinum saman við vinmonnum og so trívist hann sera væl á trøðni í Havnardali, har hann røkir seyðin við áhuga.

Hann sæst í Gundadali, tá HB spælir og tykist hava tíð til alt. Men vit sum kenna hann, vita, at hetta hevur eina orsøk: hann hevur arbeiðsorku sum fáur og dugir sera væl at leggja dagin  tilrættis.

Árni er giftur Turid Arge og eiga tey tríggjar synir: Rógvi, Óli og Ári. Tey búgva tætt við  trøðna í Havnardali, og haðani er stutt er oman til KT-fyritøkuna Formula, har hann hevur verður fíggjarstjóri síðani 2008.

Eitt tíðarskeið átti  hann  Vikublaðið saman við Peturi og Peturi, men fyrsta uppgávan hjá honum, heimkomin  til Føroyar,  var á Faroe Seafood P/F, har hann var fíggjarstjóri og seinni stjóri.

Eftir lokna útbúgving sum cand. merc í Keypmannahavn royndi hann seg  sum controller hjá amerikonsku fyritøkuni Kraft Foods  og sum fíggjarstjóri í ostafyritøkuni Olaf Sørensen.

Árni hevur eftirútbúgving frá IMD í Lausanne í  Schweiz, og er  MBA lesandi á Henley Business School, har hann skrivar master uppgávuna í løtuni.

Vit  ynskja honum hjartaliga tillukku við runda føðingardegnum 24. Juni.