Arnhold er føddur í 1914 í Trongisvági, sonur Eliesar Jespersen, vanliga nevndur Eliesar á bedingini og Janu, fødd Simon av Tvøroyri.
Arnhold var bert 6 ára gamal, tá mamma hansara doyði frá trimum børnum, tey vóru Erland, Ethel og Arnhold. Erland doyði ungur, Ethel doyði fyri mongum árum síðani, eisini vóru tveir synir, sum doyði sum smádreingir.
Eliesar giftist aftur við Hansinu, ættað úr Hovi. Tey fingu tvey børn, Olgu, sum doyði fyri nøkrum árum síðani, og Jarmund, sum býr í Havn. Eisini tóku Eliesar og Hansina Åga Olsen av Tvøroyri til fosturs. Hann doyði seinasta ár.
Arnhold giftist í 1940 við Paulu, fødd Olsen av Tvøroyri. Hon fyllir 85 ár í juni og eru tey bæði nokk tað næstelsta parið í býnum. Tey eiga fimm børn, Martin, sum býr í Trongisvági, Jan býr í Havn, Poul, sum búði í Froðba, doyði í 1980, bert 32 ára gamal. Rutt býr á Tvøroyri og Noomi, sum eisini býr á Tvøroyri. Arnhold og Paula eiga fjúrtan abba- og ommubørn og 8 langabba- og langommubørn.
Sum ungur var hann í Grønlandi við Ananu. Síðani hevur hansara lívsstarv verið sum skipasmiður á bedingini í Trongisvági, og hann er nokk einasti skipstimbrari, sum er eftir á lívi á Tvøroyri.
Eitt tíðarskeið í 60-unum var hann við til at byggja støðina í Mjørkadali. Hann var eisini við til at byggja saltsiloina og keiina á Drelnesi og keiina á Tvøroyri í 50-unum.
Hansara stóri áhugi er urtagarðurin og á hvørjum ári standa blómurnar so vakrar og prýða til gleði fyri tey, sum ganga framvið.
Honum verður ynskt hjartaliga tillukku við degnum og Harrans signing á lívskvøldinum.