Skálamaðurin Arnhold Berg er úttikin til landsliðið, sum næstu dagarnar skal spæla ímóti ávíkavist Kypros og Írlandi. Arnhold er úttikin fyri Johan Byrial Hansen, sum av arbeiðsorsøkum hevur verið noyddur til at melda avboð. Arnhold Berg er ungur verjuleikari, ið hevur havt eitt gott kappingarár hjá Skála. Hetta er fyrstu ferð, at Arnhold er við í A-landsliðshøpi.










