Arnhild koyrir mat út til barnafamiljur

Ein sunnudag í juli ímeðan Arnhild Maria Poulsen úr Oyndarfirði koyrir ein biltúr, fer hon at hugsa um, at tað er torført hjá fleiri føroyskum familjum at fáa endarnar at røkka saman, og at lítið er eftir av peningi til mat, tá rokningarnar eru goldnar. Hon hugsar um allan tann matin, ið matvøruhandlarnir beina burtur, tí hann er um at ganga út.

 

 

–Eg hugsaði um tað allan dagin, og eg fekk ikki sovið ta náttina. Klokkan tvey fór eg upp aftur og stovnaði bólkin “Mat til barnafamiljur” á Facebook, tí eg fekk ongan frið á mær, sigur hon.

 

 

Sjálv hevur Arnhild Maria Poulsen verið einsamøll við fýra børnum, so hon kennir tørvin og veit, hvussu trupult tað kann verða.

 

 

– Tá eg var í tí støðuni, var tað serliga torført at hava nokk til mat, hóast eg ikki hevði bil. Tá barnaansing og aðrar rokningar vóru goldnar, var lítið og onki eftir til mat, tí leigan var høg, og aðrar útreiðslur vóru eisini stórar, sigur hon frá.

 


–Eg havi hoyrt um summi, sum hava verið verri fyri, enn eg havi verið, men eg haldi ikki, at tað verður tosað nóg mikið um hetta, og fólk ána ikki, hvussu okkara medmenniskju hava tað, leggur hon afturat.

 

 

Tá Arnhild Maria Poulsen stovnaði bólkin, visti hon ikki, hvussu tað fór at eydnast, men hon stovnaði hann bara, og dagin eftir fór hon í handlarnar og spurdi, hvørjir møguleikarnir vóru, og hvat hon kundi gera. Hon greiðir frá, at í fyrstuni fekk hon jaligt svar frá øllum handlunum, men síðani broyttist støðan, tá ein stórur handil knappliga ikki vildi lata mat.

 

 

– Tey søgdu, at tað var ongin matur at lata, ella at hann skal í skrell, sigur hon, og greiðir frá, at hon als ikki skilur, hví hon ikki kann fáa tann matin at geva fátækum familjum, sum kortini skal burturbeinast.

 

 

– Nú eru tað nakrir handlar, ið geva og nakrir, ið ikki geva. Eg vóni, at hetta broytist, tí tað líkist ongum, staðfestir hon.

 

 

– Tá ið eg komi eftir mati, stendur alt klárt í eskjum, tí tey vita, at eg komi eftir tí.
Starvsfólkið í handlunum, sum lata mat, eru altíð blíð, forstandandi og fólkalig, sigur hon.

 

 

Tað er ymiskt, hvat er í eskjunum við mati, og tann frysta vøran stendur í frystiboksini, til Arnhild Maria kemur eftir henni, og vøran fer síðani aftur í frystiboksina, tá hon er komin heim við henni.