Arngerð í Smiðjuni

Hósdagin 1. mai letur listakvinnan Arngerð Joensen upp eina listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Á framsýningini eru 25 málningar við ymiskum myndevnum.


Arngerð tók prógv sum innanduraarkitekur í 1963 og læraraprógv í 1995 við list sum linjugrein. Seinastu 30 árini hevur hon havt egnar framsýningar og verið við á framsýningum saman við øðrum.


Framsýningin verður opin til og við sunnudagin 4. mai, hvønn dag frá kl. 14-18.