Sosialurin.fo
Í sambandi við 65 ára føðingardag sín letur Arngerð Joensen í Hoyvík, saman við døtrunum Angelu og Moniku, upp eina framsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Arngerð er útbúgvin lærari við list sum sergrein og hevur fingist við list í nógv ár.
Angela er psykologlesandi í Keypmannahavn. Hon er útbúgvin pedagogur og hevur málað í nøkur ár.
Monika útbúgvin pedagogur og gongur á listaskúla í Keypmannahavn.
Framsýningin letur upp hósdagin 10. mai kl. 14 og er opin til og við sunnudagin 13. mai. Allar dagar frá kl. 14-18.