Arnfríð í REX

Anfríð Lützen hevur seinastu tíðina verið í upptøkuhøli og spælt inn sína fyrstu fløgu undir egnum navni. Tá Norðoyartunnilin lat upp, fór hon á pallin í KÍ høllini við egnum bólki. Hetta gjørdist sera væleydnað, og nú sleppa havnarfólk eisini at uppliva Arnfríð á egnum beinum við egnum bólki í REX leygarkvøldið.

 
 
Arnfríð Lútzen Band, er umframt Arnfríð, Magni Husgaard á ljómborðum, Mikkjal Hvannastein á gittara, Jógvan Fróðin Baldvinsson á bassi og Høgni Klakkstein á trummum. Spæliskráin er góður dansitónleikur.