Arnfríð Lützen Band í Rex

Hetta vikuskiftið spælir Arnfríð Lützen Band í Rex. Arnfríð, ið telist millum okkara allarbestu sangkvinnum, hevur savnað ein bólk saman við góðum garvaðum tónleikarum at stuðla sær hesi bæði kvøldini.

Fyri nøkrum vikum síðani spældi hon á Skarv í Danmark saman við millum annað Steintóri Rasmussen og Rana Nolsøe.

Kvinnan úr Klaksvík gjørdist kend í 90-árunum fyri hennara rødd á barnafløgunum Kular Røtur. Síðani tá hevur hon sungið í ymiskum samanhangum. Hetta vikuskiftið fer hon at spæla ymisk koverløg - bæði útlendsk og føroysk.