Samstundis, sum B68 loysti sín venjaraspurning við at seta Trygva Mortensen í venjarastólin, skaptu teir eitt hol í Runavík. Her hevur Trygvi nevnliga virkað sum hjálparvenjari hjá Jógvani Martin Olsen. Men maður kemur í mans stað, og í Runavík hava tey fingið ein aðra gamla 1. liðskempu, nú Trygvi er farin.
Tað verður nevnliga Arnfinn Langgaard, sum framyvir fer at hjálpa til við venjingunum. Arnfinn spældi í drúgt áramál á besta liðnum hjá NSÍ, fram til hann legði gaggurnar á hillina eftir kappingarárið í 2002.