Arnesen ítróttarstjóri hjá City

Hóast tað kemur óvæntað, so er Frank Arnesen møguliga á veg aftur til enskan fótbólt. Manchester City ætlar at fáa Arnesen til ítróttarstjóra.

City er væl fyri peningaliga og sigst longu hava spurt seg fyri hjá Arnesen, veit Ekstrablaðið frá goal.com.

Tað sigst, at í verandi starvi sínum er 55 ára gamli Arnesen í døpur huga um lítlu fíggjarætlanina, sum Hamburger SV arbeiðir við.

Frank Arnesen, sum hevur føroyskar røtur, spældi á danska fótbóltslandsliðnum í áttatiárunum.