Arnesen í nýggjan sess

Frank Arnesen, ið hevur føroyskar røtur, hevur fingið nýtt starv í Chelsea.

Síðani 2005 hevur danin havt ábyrgd av ungdómsmenningini í felagnum, men um vikuskiftið hevur hann tikið av tilboðnum, um at gerast stjóri í felagnum og høgra hond hjá venjaranum Carlo Ancelotti. Arnesen hevur annars verið settur í samband við onnur feløg í summar, men hevur altso gjørt eina avtalu fyri komandi árið við Chelsea.