Leirvíkingurin Arne Vatnhamar hevur sett sær sum mál at vera fyrsti føroyingur á Mount Everest.
Arne Vatnhamar hevur verið á Mount Blanc, sum við sínum 4807 metrum er hægsta fjall í fronsku Alpunum. Størsta avbjóðingin higartil var í fjør, tá hann náddi toppin á Aconcagua, sum liggur í Argentina og við sínum 6962 metrum er hægsta fjall í Suðuramerika.
Fyri framman hjá 40 ára gamla Arna Vatnhamar stendur nú Mount Everest.
- Ja, málið er at fara avstað í mars mánað næsta ár, sigur Arne Vatnhamar avgjørdur.
Veðurlagið ger av, júst nær farið verður avstað. Men mars, apríl, mai og fyrri partur av juni er tíðin, tá Mount Everest kann gangast. Restina av árinum er ikki ráðiligt at fara vegna vánaligt veður.
- Tað kostar eina hálva millión, alt íroknað. Eg havi fingið helvtina frá stuðlum, men má fáa nakað av stuðli afturat, áðrenn túrurin kann gerast veruleiki, sigur Arne Vatnhamar, sum eisini er til reiðar at fara í egnan lumma eftir pengum til túrin.
Í góðveðrinum í gjár var hann á Slættaratindi – sum er ein tíggjundapart av hæddini á Mount Everest.
Á myndini er Arne Vatnhamar saman við Djóna Kunoy og Súna Lamhauge í 6962 metra hædd, á toppinum á Aconcagua í februar 2012.
Les drúgva samrøðu við Arna Vatnhamar í Sosialinum í dag.










