Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur í samráð við Arna Poulsen tikið avgerð um, at Arne Poulsen fer frá sum aðalstjóri í Vinnumálaráðnum. Avgerðin er avleiðing av, at hann var fyri einum ferðsluóhappi tann 18. februar. Fyrrverandi aðalstjórin rýmdi av staðnum, men ein granni meldaði tilburðin til løgregluna.
- Hetta verður mett sum brot á sonevna decorumkravið eftir § 9 í lógtingslógini um tænastumenn landsins, sigur Løgmansskrivstovan í kvøld.
Løgmaður hevur samstundis gjørt av at seta Gunnleyg Árnafjall í fyribils starv sum aðalstjóri frá í dag at rokna. Gunnleyg Árnafjall starvast frammanundan í Vinnumálaráðnum.
Arne Poulsen verður settur í annað starv í lægri lønarflokki í landsfyrisitingini við fyribils staðseting í Vinnumálaráðnum.