Arne Nørrevang 70

Hann er hálvur føroyingur, doktari og professari. Arne Nørrevang varð føddur í Fasterholt í Jútlandi 10. juli 1933. Mamma hansara, Anna Elisabeth Frederikke Djurhuus, var ættað úr Fuglafirði. Pápin, Peder Einar Nørrevang, var úr Køge.

Arne tók studentaprógv í Århus Katedralskole í 1952, og í 1960 gjørdist hann mag.scient. í lívfrøði á universitetinum í Keypmannahavn. Hann hevði kannað lomviga í Mykinesi, og serritgerð hansara var um atburðin hjá lomviganum. Í 1965 gjørdist hann doktari við einari ritgerð um búning av kynskyknunum hjá einum ávísum maðkaslag.
Sama árið fekk hann starv sum amanuensis í Keypmannahavn, síðani lektari í 1965 og dosentur 1965-83.
Hetta árið kom Arne Nørrevang til Føroya at starvast og her hevur hann livað og búð tey 20 árini, sum eru liðin síðani. Hann var lærari á Læraraskúlanum 1983-86, síðani savnsvørður á Náttúrugripasavninum og frá 1995 professari á Fróðskaparsetrinum. Eitt skifti var hann rektari.
Eitt av hansara stórverkum, sum føroyingar munna hava størstan áhuga fyri, er um fuglaveiðu. Við stuðli frá Carlsberggrunninum fór hann í 1975 undir eina miðvísa kanning av fuglaveiðuni hjá føroyingum. Kanningin bygdi fyrst og fremst á samrøður við veiðumenn ymsastaðni í oyggjunum. Tilfarið kom út í bók, sum hann kallaði Fuglefangsten på Færøerne. Hans Thomsen umsetti hana til føroyskt, og hon kom út í 1977 við titlinum Úr bjargasøguni.
Tað var annars longu sum blaðungur, at Arne fór undir at kanna fuglalívið í Føroyum. Frá 1946-50 ferðaðist hann her í summarfrítíðini og skrivaði greinar í vísindaligum tíðarritum og dagbløðum og vikubløðum í Danmark og Týsklandi um fuglalívið her.
Í 1988 gjørdist Arne Nørrevang stjóri á Havlívfrøðiligu Royndarstøðini í Kaldbak og leiðari fyri BIOFAR-ætlanini. Hetta er ein kanning av botndýralívinum undir Føroyum, og kanningin hevur víst, at her finnast smákykt, sum ikki eru funnin aðrastaðni í heiminum. Arne hevur skrivað nógvar vísindaligar greinar við støði í BIOFAR-kanningunum. Til 1995 vóru 36 vísindaligar greinar skrivaðar.
Arne Nørrevang eigur tvær døtur, sum eita Iben Angelica og Pia Monica. Hann er sambúgvi við Elin Súsannu Jacobsen úr Klaksvík.