Arnbjørn og Marner fremstir

Sokallað silvurkapping í Bridge varð hildin um vikuskiftið

 

 

Suðuroyar Bridgefelag skipaði leygardagin fyri bridgekapping í Miðnámsskúlanum í Hovi. 30 spælarar úr bridgefeløgunum í Føroyum luttóku í kappingini, sum var skipað sum barometurkapping við 44 spølum.

 

Marner Joensen og Arnbjørn Sivertsen, sum i mong ár hava víst javnt gott bridgespæl, løgdu seg á odda beinanvegin, og teir báðir hildu oddasessinum allan vegin á mál.

 

Seinastu umførini togaðu Hans Jacob Bech og Egil Steintórsson tó upp móti oddafiskunum, men teir megnaðu akkurát ikki at fáa munin heilt burtur.

 

Marner og Arnbjørn vóru sjeyg stig frammanfyri Hans Jacob og Egil, tá avtornaði. Salomon Johansen og Zacharias Joensen gjørdust nummar trý.