Arnbjørn heldur fram í Sarpugerði

Hann verður eisini tvey tey næstu árini í Sarpugerði

Arnbjørn Svensson hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við barndómsfelagið í Sarpugerði. Víkingur skrivar, at framrættaði spælarin, sum onkra ferðina – eitt nú í finaluni um løgmanssteypið – hevur verið í miðverjuni.

 

23 ára gamli Arnbjørn Svensson hevur sambært faroesoccer.com spælt 91 dystir í bestu landskappingini, 14 dystir í kappingini um løgmanssteypið og fýra dystir í europeiskum kappingum.

 

Víkingur skrivar soleiðis:

 

 

 

Arnbjørn Svensson hevur longt sáttmálan við Víkingi við tveimum árum 

Arnbjørn er eisini ein av okkara lokalu leikarum, sum hevur fingið ein berandi leiklut seinastu árini. Á Betri liðnum hevur Arnbjørn fyri tað mesta spælt á høgra kanti, men hevur eisini víst seg at vera ein leikari, ið kann røkja nógv pláss.


Fyri uttan at vera partur av U-landsliðunum allan vegin uppeftir, so hevur Arnbjørn einans umboða Víking, og vit gleðast um at hann legst afturat teimum, ið ynskja at halda fram í felagnum.