Landsliðsframherjin er blivin klárur og byrjar inni fyri EB/Streym í finaluni um Løgmanssteypið.
Rúni Nolsøe hevur sum skilst sett liðið til finaluna um Løgmanssteypið, sum byrjar klokkan 19.45. Stóra ivamálið í sundalagnum hevur verið um Arnbjørn Hansen fór at blíva klárur til finaluna. Hann fór av vøllinum í landsdystinum millum Ísland og Føroyar við eini minni fibur í baklærinum.
Alt bendir á, at hann er blivin so mikið klárur, at hann byrjar inni í álopinum hjá EB/Streymi. Sostatt verður Gunnar Zachariasen á bonkinum. Hin broytingin í mun til gitingarnar á in.fo fyrr í dag er, at Dánjal Davidsen byrjar inni á vinstra bakki, meðan Rógvi E. Nielsen byrjar á bonkinum.
EB/Streymur: (4-3-3)
René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Dánjal Davidsen - Arnar Dam, Levi Hanssen, Pætur Dam Jacobsen - Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen
Rás2 sigur beinleiðis frá finaluni, sum byrjar klokkan 19.45.