##med2##
Unga Víkinga-liðið hevur vunnið seg upp á annað plássið í Betrideildini við góðum 2-1 sigri á HB á ovara vølli í Gundadali í fyrsta dystinum hjá HB á nýggja graslíkinum.
Andreas Lava Olsen skoraði sigursmálið í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat.
HB – Víkingur 1-2 (0-1)
0-1: Arnbjørn Svensson (5.)
1-1: Mikkel Dahl (78.)
1-2: Andreas Lava Olsen (90- +)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá teimum trimum málunum.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við fyrra málskjúttan hjá Víkingi, Arnbjørn Svensson.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB , Jonas Dal-Andersen.
-Bergur Gregersen spældi bóltin fram í vinstru, og eg var rættiliga kroystur, men tað eydnaðist at fáa skot á bóltin. Eg rakti hann ikki heilt væl og roknaði við, at hann fór omanfyri málið, men tíbetur fór hann í handara síðunetið. Eg veit ikki, hvar vit fingu orkuna frá, men tað eydnaðist bæði at halda tørn og at skora sigursmálið. Tað eydnaðist at spæla bóltin út frá baklinjuni, og Andreas Lava Olsen smekkaði bóltin upp í nettakið, sigur Arnbjørn Svensson.
-At vit mistu René Shaki Joensen og vóru undirmannaðir síðstu løtuna, hevði sjálvandi týdning. Men vit iðra okkum, tí vit høvdu møguleikar at skora fleiri mál, sigur HB venjarin Jonas Dal Andersen.