Klokkan 19 í kvøld er setningurin hjá EB/Streymi at spæla seg víðari í europeisku meistarakappingini. Útgangsstøðið er ikki so galið ímóti Lusitans FC. Úrslitið í Andorra var 2-2. Tað vil siga, at um mótstøðuliðið ikki fær mál í kvøld, so verður EB/Streymur samantaldur vinnari.
Í Andorra gekk av skriðuni hjá EB/Streymi í 1. hálvleiki. Mótstøðuliðið var á odda 2-0 og hevði møguleika at økja um leiðsluna til 3-0, tá brotsspark varð dømt ímóti Gert Hansen, sum samstundis varð vístur av vøllinum. Brotssparkið varð misnýtt, og við tíggju monnum svaraði EB/Streymur aftur.
Rúni Nolsøe og hansara menn hittast við Margáir klokkan 15 ídag. Venjarin hevur virðing fyri mótstøðumonnunum. Fleiri teirra eru kvikir og góðir við bóltinum. Men EB/Streyma venjarin sigur, at ein partur av frágreiðingini uppá, at tað í 1. hálvleiki gekk so av skriðuni á útivølli er, at EB/Streyma liðið var lítið sannførandi:
-Í verjupartinum lógu vit ov langt frá teimum, og í álopspartinum gjørdu vit alt ov nógv persónlig mistøk. Tá ið vit vóru tíggju ímóti ellivu varð hetta nógv betri. Um vit skulu hugsa um at spæla okkum víðari í kappingini, so mugu vit taka støði í tí, sum vit vístu í 2. hálvleiki síðsta týsdag, sigur EB/Streyma venjarin,
At tað stendur á jøvnum 2-2 ber við sær, at tað er so upplagt, hvussu uppleggið hjá EB/Streymi er:
-Tað eru teir, sum hava fyri neyðini at skjóta mál. Tí fara vit at gera tað, sum okkum líkar best. Vit fara at bíða eftir teimum, og so fara vit at royna at svara aftur í skjótum mótálopum.
Eftir drúgvan skaðasteðg hevur Arnbjørn Hansen seinastu ferðirnar verið við ein part av tíðini. Í Andorra spældi hann allan 2. hálvleik, og tað var ógvuliga týdningarmikið, tí Arnbjørn skoraði eitt mál og var upphavið til brotssparkið, sum bar útjavnandi málið við sær.
Í kvøld verður Arnbjørn Hansen millum teir fyrstu ellivu.
-Hann er neyvan førur fyri at spæla alla tíðina, men vit hava brúk fyri hansara skjótleika, tá ið vit skulu dúva upp á skjótar umstillingar, sigur Rúni Nolsøe.
Gert Hansen er leikbannaður, og Dánjal Davidsen fer at loysa av á vongverjanum í høgru. René Tórgarð var ikki við í Andorra, tí hann bíðaði eftir at verða pápi. Tann titulin fekk hann sunnudagin, og í kvøld verður nýklækti pápin aftur í EB/Streyma málinum, har Andras Gango fyri viku síðani var góður vikarur.
Lusitans FC kom til Føroya sunnudagin. Í fjør var liðið eisini í fyrsta umfari í europeisku meistarakappingini. Tá spældu teir ímóti maltesiska meistaraliðnum Valletta. Á heimavølli taptu teir 1-0, meðan tað á Malta var talan um orduligt skrædl, tí Valletta vann 8-0 og harvið samanlagt 9-0.
Klokkan 19.00 EB/Streymur-Lusitans FC á Tórsvølli. Rás2 fer at siga frá, og tað fer eisini at bera til at fylgja við her á portal.fo.