Í dystinum í kappingini um Løgmanssteypið mikudagin fekk Arnbjørn ein snudd, men roknað varð tó ikki við, at hesin var so álvarsligur.
Í dag eru boðini frá læknanum tó, at eitt bein í fótinum er brotið. Tí verður talan helst um steðg upp á einar 4-6 vikur, áðrenn hann yvir høvur kann byrja at venja aftur. Og sannlíkt er tí, at fittur partur av mai mánaði er farin, áðrenn hann aftur kann gera um seg í EB/Streyma-álopinum.