Bridge
Leygardagin varð finalan fyri pør í Bridge leikt í Bridgehúsinum í Havn.
16 pør høvdu rætt at luttaka í finaluni, ið var spæld sum ein barometur kapping við 15 umførum á 4 spøl.
Í mun til hálvfinaluna, so gekk tað framúr væl hjá teimum, ið skipaðu fyri hendan dagin, og skulu tey hava rós fyri tað.
Finalan gjørdist sum vænta rættiliga spennandi. Fleir pør skiftust at liggja á odda. Eitt skifti sá tað út til, at FM vinnarinir frá í fjør rættiliga høvdu fingið vind í seglini og at teir fóru frá hinum. Men tað gekk ikki. Eitt vánaligt umfar móti sera sterku veteranunum Niels Nielsen og Hans Jacob Petersen steðgaði góðu gongduni.
Tað vóru eini fýra fimm pør, ið nærum allatíðina høvdu møguleika vinna. Tað var ikki fyrr enn í næst seinasta umfarinum, tá ið Bogi Simonsen – Hallberg Arnfríðson spældi móti Arnbjørn Sivertsen og Marner Joensen, at spenningurin fór. Pørini lógu undan hesum umfarinum áfremstu sessunum. Arnbjørn og Marner høvdu eitt framúr umfar og vunnu stórt. Sostatt var avgerðin um fyrsta plássið follin. Nú var spenningurin so um, hvør fekk silvur. Tað eydnaðist Boga og Hallberg við tí besta umfarinum hendan dagin at koma uppá aftur og vinna slivur.