Arnbjørn hevur avgjørt FM stríðið

Fagnaðurin er øgiligur á Skála. Tað er í EB/Streyma leguni, at hýrurin er ógvuliga góður.

Tað er rættuligur FM hýrur, nú Arnbjørn Hansen við trimum málum hevur tryggjað EB/Streymi 3-1 sigur á Skála.

Sigurin ber við sær, at EB/Streymur hevur tryggjað sær fyrsta FM heitið nakrantíð.

Tey bæði fyrru málini skoraði toppskjúttin í Formula deildini tíðliga í 2. hálvleiki, og síðsta málið skoraði landsliðsspælarin og toppskjúttin við høvdinum, eftir at Hans Pauli Samuelsen hevði sent vandamikið hornaspark inn fyri Skála málið.

Obi javnaði til 1-1 fyri Skála.

Saman við Skála er B71 flutt niður í næstbestu deildina, eftir at sandoyingar í dag taptu 1-0 á heimavølli ímóti Víkingi.