Rithøvundar hava havt aðalfund og er okkurt nýtt fólk í nevndini Eftir aðalfundin hjá Rithøvundafelag Føroya 30. mars 2008, hevur nevndin
nú skipað seg. Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð heldur fram sum formaður, meðan
Carl Jóhan Jensen og Zakarias Wang halda fram sum ávikavist næstformaður
og kassameistari. Sólrún Michelsen, sum er nýggj í nevndini, verður
skrivari, og Marjun Syderbø Kjelnæs heldur fram sum nevndarlimur.
Tiltakslimir eru Rakel Helmsdal og Kim Simonsen, og tey eru bæði nývald.
Nú eru 105 limir í felagnum.
Hinvegin eru fleiri rithøvundar og týðarar ikki limir og ein av uppgávunum hjá nevndini, verður at seta seg í samband við hesi og bjóða teimum limaskap.
Formaðurin sigur í frágreiðing síni, sum liggur á www.rit.fo, at tankar hava verið frammi um at endurstovna Listastevnu Føroya, sum fór fyri bakka fyri nøkrum árum síðan.
- Arbeitt verður fram ímóti at gera eitt uppskot at leggja fyri politisku myndugleikarnar. Eftir hesi ætlan skal stevnan bert vera annað hvørt ár, við einari fíggjarætlan upp á einar 4,5 milliónir krónur, brutto.