Arnbjørn fer til OB

Komandi vikuna skal Arnbjørn T. Hansen venja við OB

Fótbóltur

 

Ein tann vandamiklasti maðurin í føroyskum fótbólti skal møguliga spæla í donsku superliguni komandi kappingarár.

Í øllum førum fer Arnbjørn T. Hansen hjá EB/Streymi til Odense í morgin, og fram til fríggjadagin skal hann venja við superliguhópinum hjá felagnum.

Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá Arnbirni, váttar, at OB hevur bjóðað spælaranum at koma niður.

- Fyri fyrst fer Arnbjørn so niður at hyggja at umstøðunum. Og komandi vikuna skal hann so venja við liðnum. Men meira enn tað sama fái eg ikki sagt í løtuni, sigur Jákup í Stórustovu.

Hóast nógv skaddur, so skoraði Arnbjørn 14 mál í Formula-deildini í fjør. Í ár hevur hann higar til skorið sjey mál í sjey dystum.