Barometrið fyri vánirnar, sum Jákup Martin Joensen, venjari, og Arnbjørn Hansen, hjálparvenjari, halda seg hava fyri at vinna úrtøku úr dystunum, er, hvønn leiklut hjálparvenjarin eigur á vøllinum.
Tá ið EB/Streymur spælir ímóti teimum trimum ovastu er leikluturin á vøllinum ofta ikki so stórur hjá hjálparvenjaranum. Tá ið EB/Streymur dystast við tey niðastu, er Arnbjørn Hansen ofta á vøllinum. Viðhvørt millum teir fyrstu ellivu og ofta innskiftari.
Í góðveðrinum í kvøld vitjaði ÍF við Margáir. Arnbjørn Hansen var millum teir fyrstu ellivu hjá EB/Streymi. Tað boðaði frá, at venjararnir hjá EB/Streymi roknaðu hetta at vera møguleika fyri at vinna úrtøku.
Hjá EB/Streymi hevur tað gingið væl seinastu ferðirnar. EB/Streymur hevði undan dystinum ímóti ÍF vunnið bæði ímóti TB og AB.
Eisini í kvøld vann EB/Streymur. Fyrri hálvleikur var málleysur, og sigursmálið varð skorað, tá ið tað restaðu stórir tíggju minuttir.
Rói H. Olsen, sum tíggju minuttir frammanundan varð skiftur inn á miðvallarpláss í høgru, legði neyvt til handara stólpa, og har stakk Arnbjørn Hansen seg fram og stýrdi bóltin dygst inn við stólpan.
Hetta var annað málið hjá Arnbjørn í ár. Nú hevur hann til saman skorað 154 mál í landskappingini í bestu deildini. Í kvøld lyfti Arnbjørn Hansen seg eitt mál framum Jákup á Borg. Arnbjørn er nú næstbesti á máltindinum. Tað er bara Klæmint A. Olsen (195), sum hevur skorað fleiri mál enn Arnbjørn Hansen.
Talan var um javna uppgerð. ÍF hevði fleiri góðar møguleikar at leggja seg á odda. Næst við var tað, tá ið EB/Streyma liðformaðurin Andrass Ó. Olsen bjargaði á málstrikuni, tá ið Uros Stojanov sendi bóltin framvið Róa Zachariasen í heimamálinum.
Eftir at EB/Streymur hevði lagt seg á odda, hevði heimaliðið gott álop, sum var um reppið at bera økta leiðslu við sær. Eftir álop í høgru og útfrá sending smekkaði Gestur B. Dam til, men ÍF málverjin Jákup Nolsøe Olsen bjargaði meistarliga við beinparadu.
Tepri sigurin ber við sær, at EB/Streymur nú hevur vunnið tríggjar dystir á rað, og at EB/Streymur nú hevur 19 stig og bara er eitt stig aftanfyri ÍF.
13. september fær ÍF vitjan av B36, meðan EB/Streymur fær vitjan av Víkingi.
EB/Streymur – ÍF 1-0 (0-0)
1-0: Arnbjørn Hansen 77.
Dómari: Bjarki Danielsen
EB/Streymur: Rói Zachariasen – Árni G. Olsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Ragnar B. Danielsen – Tóki Johannesen, Hjalti K. Djurhuus, Bárður Olsen, Símun Sólheim (Rói H. Olsen, 65.) – Gestur Bogason Dam, Arnbjørn Hansen
Gult kort: Rói H. Olsen
Venjari: Jákup Martin Joensen
ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Sjúrður Pauli Nielsen (Sámal Joensen, 90.), Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaarad, Andy Ó. Olsen – Hans Jákup Lervig (Bogi A. Løkin, 78.), Karl A. Løkin, Hákun Edmundsson, Ari Ó. Ellingsgaard (Dánjal á Lakjuni, 78.) – Gundur E. Petersen, Uros Stojanov
Gult kort: Dánjal á Lakjuni
Venjarar: Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Larsen
HB | 17 | 15 | 1 | 1 | 52 | 12 | 46 |
KÍ | 17 | 13 | 2 | 2 | 55 | 17 | 41 |
B36 | 16 | 12 | 1 | 3 | 49 | 20 | 37 |
NSÍ | 17 | 11 | 2 | 4 | 30 | 12 | 35 |
Víkingur | 18 | 10 | 2 | 6 | 36 | 26 | 32 |
ÍF | 18 | 6 | 2 | 10 | 20 | 36 | 20 |
EB/Streymur | 18 | 6 | 1 | 11 | 14 | 37 | 19 |
TB | 18 | 2 | 4 | 11 | 11 | 27 | 10 |
AB | 18 | 0 | 7 | 11 | 12 | 52 | 7 |
Skála | 17 | 0 | 2 | 15 | 9 | 49 | 2 |
10. september
KÍ - HB
NSÍ - B36
13. september
ÍF - B36
Skála - KÍ
EB/Streymur - Víkingur
HB - NSÍ
AB - TB