Arnbjørn eigur plássið

Levi Hanssen var fremsti maður hjá EB/Streymi í gjár. - Tað gekk væl, men Arnbjørn Hansen eigur hatta plássið, sigur málskjúttin

Heðin Askham hevði ein trupulleika, tá hann skuldi seta liðið hesaferð. Eingin framherji var nóg byrgdur at spæla frá byrjan. Arnbjørn Hansen hevur verið sjúkur í vikuni og spældi bara seinastu fimm minuttirnar. Sorin Anghel var ikki við vegna skaða. Tað kom ikk upp á tal at flyta garvaða Egil á Bø sum fremsta mann. Hann hevur nógvar royndir sum framherji, men stýrir vanliga verjupartinum við hepnari hond.
Loysnin var Levi Hanssen. Seinast havnarmaðurin spældi sum framherji var í 2005, tá hann umboðaði B36.
- Tað gekk væl, og eg var so heppin at fáa eitt mál. Eg vænti hinvegin ikki at spæla har fleiri ferðir í ár, tí Arnbjørn Hansen eigur hatta plássið, sigur Levi Hanssen.
Tað skal einki takast frá avrikinum hjá honum. Sum einstaklingur hevur hann ikki somu eginleikar sum Arnbjørn, men Levi stríddist ómetaliga væl.
Daniel Udsen heldur, at Heðin Askham valdi rætt.
- Levi kom væl frá uppgávuni. Hann er raskur og treiskast eftir bóltinum í samfullar 90 minuttir, sigur Daniel Udsen.