Arnbjørn brúkar høvdið

Tað er ferð á heima á Sandi, har EB/Streymur vitjar, og tað er av fagrasta veðri.

Miðskeiðis í 1. hálvleiki hevur Arnbjørn Hansen lagt EB/Streym á odda. Eftir fínt álop í høgru og innlegg, var Arnbjørn á rætta staðnum røttu løtuna, og við høvdinum stýrdi hann bóltin í málið.