Arnbjørn andar HB í nakkan

Við knúsandi sigri á AB andar EB/Streymur nú HB í nakkan. AB kom ongantíð í gongd, meðan Arnbjørn Hansen við tveimum málum og hinir EB/Streymsleikararnir vóru í hopla

Fótbóltur

 

HB hevur gummibein, men stigini eru so nógv og dystirnir so fáir, so tað sýnist nærum ógjørligt at vinna inn á HB. Men við sigrinum í gjár, og ósigrinum hjá HB, andar EB/Streymur teir reyðu og svørtu í nakkan.

AB var nóg illa at síggja á vøllinum, men ósigurin ger ikki stóran mun hjá uppflytarunum, sum gjøgnum árið væl og virðiliga hava víst, at teir eiga at vera í bestu deildini. Hetta vístu teir tó ikki í gjár.

 

2X Arnbjørn

Kollfirðingurin, sum fyri kappingarárið varð mettur at vera leikarin, sum við nóg nógvum málum kundi gera EB/Streym til eitt lið, sum kundi endurvinna meistaraheitið, hevur ikki verið so øgiliga eyðsýndur í ár.

Men í gjár ætlaði hann sær okkurt og gjørdi tvey mál. Eitt eftir deyðbólt og eitt eftir at vera settur í spæl. Hetta hevur við sær, at Arnbjørn Hansen nú er á næstfremsta plássinum yvir toppskjúttar í deildini, og sær út til at vera aftur í gomlum formi.

 

EB/Streymur í hopla

Tað sást beinanvegin, at EB/Streymur ætlaði sær okkurt í rímiliga veðrinum á Argjum. Argjamenn vóru alla tíð eitt fet ov seinir, so tað kundi væl verið, at EB/Streymur var á odda, áðrenn felagsliðið fekk fyrsta málið.

Tað sást væl, at Tehe Aristide ikki var millum leikararnir á vøllinum, tí EB/Streymur hevði gott pláss í verjuni hjá AB, har Kenneth Jacobsen og Morten Overgaard royndu at halda skil á Arnbirni Hansen og restini.

Men tað nyttaði lítið tí EB/Streymur var í hopla og spældi skjótan og góðan fótbólt allan dystin.

 

Vunnu miðjuna

Hóast tað vóru álopsleikararnir hjá EB/Streymi, sum vóru mest eyðsýndir, so var dysturin í veruleikanum vunnin á miðjuni, har Pætur D. Jacobsen og Pauli G. Hansen vóru rættiliga eyðsýndir og forðaðu fyri, at AB fekk nógvar møguleikar.

Tó so. Tróndur Sigurðsson bleiv einaferð leysur, men havnarmaðurin var onki serliga avgjørdur og fann ikki útav at skjóta.

 

Áskoðararnir rýmdu

Men tað sum eyðkendi alt kring dystin, var at AB ikki hevur nakað at spæla fyri. Teir eru tryggjaðir í deildini og kunnu ikki vænta nakað longur uppi. Hetta eru teir helst eisini nøgdir við.

Tað sást eisini á áskoðarafjøldini, at tað ikki var so týdningarmikið, at liðið vann, tí so skjótt EB/Streymur kom upp á 0-3, rýmdi størsti parturin av AB áskoðarunum undan regninum, so lítið mótspæl var til damurnar í EB/Streymi, sum veruliga sungu í regninum.

Alt í alt kann staðfestast, at úrslitið ongan týdning hevur fyri AB, og EB/Streymur er tryggari á øðrum plássi og hevur enn teoretiskan møguleika at hevna 2006.