Arnarfell var hósnáttina veg úr Cuxhaven í Týsklandi til Århus í Danmark, tá skipið, ið rak fyri vág og vind, rendi á íslendska farmaskipið. Hendingin fór fram í Kielarkanalini, ið bindur Eystarasalt og Norðsjógvin saman.
Hóast skipið fekk snuddir, er farmurin óskalaður, men greitt er tó, at Arnarfell hevur brúk fyri onkrum smærri umvælingum, og tí verður neyðugt at skipa farmin umborð á annað skip í Århus, har Arnarfell liggur nú.
Samskip roynir nú at leiga annað skip at taka farmin, men greitt er, at siglingarætlanin ikki heldur. Arnarfell skuldi víðari úr Århus til Føroya, so eisini farmaflutningurin hendavegin verður tí ávirkaður.










