Tá ið EB/Streymur leygardagin fer at spæla á útivølli ímóti Suðringum í Trongisvági vera tveir av teimum, sum higartil í ár hava verið millum teir drúgvastu á liðnum, ikki við.
Talan er um veteranarnar Arnar Dam og Leif Niclasen.
Arnar Dam er farin av landinum at fjakka.
-Í løtuni eru vit í Peru. Vit vera ikki aftur í Føroyum fyrr enn 22. desember, sigur Arnar Dam, sum harvið ikki verður við tað, sum er eftir at hesum kappingarárinum.
Tá ið EB/Streymur sunnudagin 19. august spældi í Klaksvík, noyddist Leif Niclasen longu í 21. minutti av vøllinum, tí hann var skaddur. Tað vísti seg, at eitt bein í fótinum er brotið. Tí verður Leif Niclasen ikki á liðnum aftur næstu vikurnar.
26 ára gamli Arnar Dam, sum fyri tað mesta hevur verið miðvallari og viðhvørt hevur verið fremsti maður, hevur spælt 154 dystir í Betri deildini, 26 steypadystir, tríggjar stórsteypadystir og átta dystir í europeisku kappingunum.
31 ára gamli Leif Niclaen hevur spælt 283 dystir í bestu landskappingini, 39 dystir í steypakapingini, fimm stórsteypadystir og trettan dystir í europeisku kappingunum.