Arnalax hevur mist 470 tons av laksi

Fríggjadagin vistu íslendskir miðlar at siga, at alifelagið Arnalax á Arnafirði hevur mist 470 tons av laksi í ringa veðrinum har yviri.

 

 

Fyrr í vikuni visti íslendska blaðið Stundin at siga, at stóra norska sláturskipið - Norwegian Gannet - var á veg til Íslands at hjálpa til við at slakta laks hjá hart rakta íslendska alifelagnum.

Fríggjadagin vísti Stundin til tøl hjá íslendska matvørueftirlitinum sum siga, at 470 tons av laksi nú eru deyð í aliringum hjá felagnum.

Sum skilst, er tað ringa veðrið á leiðini, sum hevur elvt til stóra laksadeyðan, og haraftrat hevur sjógvurin verið rættiliga kaldur.

Stóra sláturskipið - Norwegian Gannet - skal hjálpa til við at taka og slakta fisk úr aliringunum, sum er viknaður, nú umstøðurnar á leiðini hava verið so truplar.

Sambært Marine Traffic var 3.200 tons stóra skipið - Hordafor VI - komin upp á pláss á Arnafirði fríggjadagin, har teir eisini hjálpa íslenska alifelagnum.

Siv Østervold, umsitingarstjóri í Hordafor í Noregi, sum eitt nú virkar fiskaolju, sigur, við iLaks, at Hordafor VI er á Arnafirði eftir súrløgu ella ensilagu.

##med2##

iLaks í Noregi visti fríggjadagin at siga, at íslendska skipið, Sighvatur Bjarnasson, sum fyrr í vikuni hjálpti Arnalax at pumpa deyðan fisk úr aliringunum, henda dagin var á veg til Vestmannaoyggjarnar.

Stýrisformaðurin í Arnarlax, Kjartan Olafsson, vildi ikki gera viðmerkingar til støðuna, tá iLaks vendi sær til hansara, men hann sigur tó, at felagið hevur 10.000 tons av laksi, sum skulu slaktast í ár.

Arnarlax fer at kunngera sítt ársúrslit hin 26. februar í ár, og tá verður væntandi eisini meira at frætta um støðuna hjá alifelagnum á Arnafirði.

Tað er SalMar, sum eigur meirilutan í Arnarlax, og tað hevur gingið rættiliga væl hjá felgnum, síðan Arnarlax varð skrásett á keypsskálanum í Oslo síðsta heyst.

SalMar er norskt felag, sum bæði hevur smolt, aling, framleiðslu og sølu, og felagið telist millum heimsins størstu á sínum øki.

##med3##