Her situr Atli S. Justinussen í kappróðrarneystinum – við frálíkum útsýni yvir havnalagið og part av bygdini Mynd: Álvur Haraldsen

Árnafjørður eigur eitt fantastisk róðrarneyst

- Vit leiga neystið út til ymiskt tiltøk, eitt nú brúdleyp, føðingardagar og merkisdagar av ymiskum slag, og vit leiga eisini húsið út til setursskúlar og bólkar, sum koma higar at vitja

Her situr Atli S. Justinussen í kappróðrarneystinum – við frálíkum útsýni yvir havnalagið og part av bygdini Mynd: Álvur Haraldsen

Mánadagin í vikuni settu vit Atla S. Justinussen í Árnafirði stevnu. Hann er árnfirðingur, býr í Árnafirði, men hevur sitið í Klaksvíkar býráði í skjótt 20 ár. 

 

Í hesi setuni er hann eisini varaborgarstjóri og formaður í havna-og vinnunevndini í Klaksvíkar kommunu.

 

Tá vit umsíður hittu hann í róðrarneystinum fyrrapartin henda dagin, komu vit til búgvið borð og gott kaffi. Her vantaði einki, og blíðskapurin var í hásæti.

 

Her var nógv at skifta orð um, tí tað hendur nógv meira í Árnafirði, enn mangur gevur sær far um.

 

Á bryggjuni í Árnafirði er virksemi, og her eru útbyggingar farnar fram, sum vit fara at venda aftur til í aðrari grein í hesum blaði.

 

Henda dagin stóð ein stórur betongbilur á havnalagnum, og fyri at sleppa út til róðrarneystið, máttu vit bíða, til betongbilurin var tómur og farin.

 

Hetta mundi taka tað mesta av einum tíma, tí betongið skuldi eisini slættast út yvir økið, sum arbeiðsmenn vóru í holt við.

 

Meðan vit bíðaðu, vóru vit runt um í hugnaligu bygdini og tóku myndir.

 

 

 

Karmarnir eru góðir

 

Árnafjarðar Róðrarfelag, sum einaferð taldist millum fremstu róðrarfeløg í landinum, varð upprunaliga stovnað miðskeiðis í sekstiárunum. Eftir at felagið, sum árini gingu, hevði ligið í dvala í nøkur ár, varð felagið endurstovnað hin 4. apríl í 2005.

 

Tá setti nevndin sær fyri at byggja róðrarneyst, og longu hin 21. desember í 2006 stóð neystið uppi. Formaður øll árini síðan endurstovnanina hevur verið maðurin, sum vit henda dagin hitta í róðrarneystinum.

 

- Hetta var ein íløga á einar fimm miljónir, og í dag er skuldin umleið 1,6 miljónir. Bygdu vit eitt slíkt neyst í dag, hevði tað helst kostað einar átta miljónir krónur, sigur Atli S. Justinussen.

 

Tað er Árnafjarðar Róðrarfelag, sum eigur neystið, ið eisini virkar sum bygdahús í Árnafirði.

 

 

 

Árnfirðingur og Katla

 

Bátarnir hjá felagnum eru 8-mannafarið, Árnfirðingur, sum er bygdur í 2007 og 5-mannafarið, Katla, sum er bygd í 2008 og hevur navnið eftir elligamla tingstaðnum í Árnafirði.

 

- Vit leiga neystið út til ymiskt tiltøk, eitt nú brúdleyp, føðingardagar og merkisdagar av ymiskum slag, og vit leiga eisini húsið út til setursskúlar og bólkar, sum koma higar at vitja.

 

Atli S. Justinussen sigur, at tá 150 fólk sita til borðs í neystinum, er neystið at kalla fult, men her hava eisini sitið 186 fólk, men tá er rættiliga trongligt.- Kappróðrarbátarnir, sum báðir standa í neystinum, eru lutfalsliga nýggir, og teir eru í góðum standi. So, tá tíðin kemur, at fólk aftur verða til at manna bátarnar, hava vit teir her, leggur hann aftrat.

 

Her situr Atli S. Justinussen í kappróðrarneystinum – við frálíkum útsýni yvir havnalagið og part av bygdini Mynd: Álvur Haraldsen

Árnafjarðar Róðrarfelag eigur bátarnar, 8-mannafarið Árnfirðing og 5-mannafarið, Katlu, ið eru lutfalsliga nýggir bátar, sum standa væl í neystinum Mynd: Álvur Haraldsen

Kappróðrarneystið í Árnafirði Mynd: Álvur Haraldsen