Tá ið eg á 14 ára aldri flutti úr Vági til Tvøroyrar, var Arni Nolsøe ein av teimum fyrstu, eg minnist har ? hann var og er enn tann fjøllbroytti Arni.
Arni á Posthúsinum har hann búði og starvaðist, Arni í biografinum, Arni í tryggingini, Arni á fótbóltsvøllinum, Arni við saxofonini, violinini, klaverinum og kirkjuurguni. ? Og ikki minst Arni hin prátingarsami.
Sum árini runnu, kom eg at kenna hann gjøllari her í Havn. Hann var lamin í øðrum arminum eftir eina ferðsluvanlukku, men hetta køvdi ikki hansara eyðkenni. Hin fryntligi, prátingarsami Arni var hin sami. Ein av býarmyndunum í Havn ? á sløttum, í mót- og undanbrekku ? við- og uttan ?gelendara?.
Eg kendi Arna í klubbum og ikki minst privat, har eg ofta vitjaði hann. Altíð var hann bæði blíður og týður og gramdi seg lítið um lívsins mótgang.
At enda sveimaði hann uppi yvir trongskygnum rásum her á fold; og hevur nú nátt sítt æviga stevnumið.
Við hesum í huga ert tú, Arni, friðlýstur við góðum minnum og sorgblídni hjá tínum vinum og kæru