Nýggjar ákærur eru reistar mótvegis sjeyfaldaða vinnaranum av Tour de France, Lance Armstrong. Ákærurnar, sum hesaferð koma frá amerikanska anti-doping-felagsskapinum, eru mettar at vera somikið umfatandi, at allir sjey Tour de France-sigrarnir kunnu verða honum frátiknir. Ákæruritið vil vera við, at hann hevur nýtt blóðdoping og EPO í 2009 og 2010.
Hópin av Tour de France-vinnarum eru dømdir og hava viðgingið dopingmisnýtslu, eitt nú kunnu nevnast Laurent Fignon, Bjarne Riis, Marco Pantani, Miguel Indurain og Floyd Landis, men higartil er Lance Armstrong sloppin snikkaleysur burturúr teimum mongu ákærunum, ið hava verið reistar ímóti honum. Fyrrverandi liðfelagar hansara, Tyler Hamilton og Floyd Landis, hava somuleiðis alment sagt, at teir hava sæð Lance Armstrong blóðdopa seg.
Lance Armstrong, sum vann Tour de France øll árini frá 1999 til 2005 og eftir hondini er vorðin 40 ára gamal, hevur síðani hann steðgaði við súkkling í fjør íðkað triathlon. Nú má hann fyribils eisini steðga við hesum, tí hann - meðan sakin er í gongd - er bannaður.










