Liðkoyring í tíðarkoyring var í Tour de France í gjár, og tað var um reppið, at sjeyfaldi tour-vinnarin, Lance Armstrong, vann seg í gulu troyggjuna, sum hann ikki hevur verið í, síðani hann segði seg gevast á hjólhestinum.
Tað avgerðina angraði hann tó í fjør, og síðani hevur málið verið at vinna Tour de France. Eitt mál, sum kanska slettis ikki er so fjart. Astana, sum er liðið hjá Armstrong, nýtti 46 minuttir og 29 sekund um tíðarkoyringina, og í longum pettum av teininum var tað júst Armstrong, sum setti ferðina hjá liðnum. Danska Team Saxo Bank, sum var á odda undan dagsins teini, nýtti 47 minuttir og 9 sekund, og tí stóð á jøvnum millum Armstrong og Cancellara. Men eftir at hava roknað nakrar ferðir umaftur, kom kappingarleiðslan á Tour´inum eftir, at Cancellara framvegis er 11/100 sekund á odda í kappingini.