Amerikanska súklustjørnan Lance Armstrong missir allar sínar sjey sigrar í Tour de France og sleppur ongantíð at taka lut í súklukappingum aftur. Tað hevur amerikanska dopingeftirlitið Usada kunngjørt.
Eftirlitið hevur tikið avgerðina, eftir at Armstrong hevur boðað frá, at hann gevst við stríðnum ímóti ákærunum frá eftirlitinum, sum hevur ákært hann fyri at hava brúkt stimbrandi evni fyri at vinna Tour de France í árunum frá 1999 til 2005.
-Eg havi stríðst við ákærur um, at eg snýtti og hevði ein fyrimun til at vinna mínar sjey sigrar í Tour de France. Hetta hevur havt stóra ávirkan á mína familju, mín grunn og meg sjálvan, og tí havi eg valt at gevast við stríðnum, sigur Armstrong í einari fráboðan.