Armstrong kann kannast

Ein samveldisdómstólur í USA havnaði í dag einari áheitan frá amerikanska súklaranum Lance Armstrong, sum vildi hava dómstólin at steðga einari kanning hjá tí amerikanska dopingeftirlitinum.

 

Eftirlitið skuldsetti í vár Lance Armstrong fyri at hava brúkt ólóglig stimbrandi evni sum súklari. Hesum vísti Armstrong aftur, og hann vildi harafturat vera við, at tað amerikanska dopingeftirlitið hevur ikki heimild til at hansara viðurskifti, tí at tað er í stríð við amerikonsku grundlógina. Men rætturin í Austin, har Armstrong býr, vísti kæru hansara aftur.

 

Lance Armstrong hevur møguleikan at kæra úrskurðin til ein hægri rætt ella at góðtaka skuldsetingina hjá eftirlitinum, sum skuldsetir hann fyri at hava brúkt ólóglig evni í árunum frá 1999 til 2005, tá hann vann Tour de France sjey ár á rað. Verður hann dømdur sekur, verður hann útihýstur frá øllum súklukappingum, og harafturat verða sigrar hansara ógildaðir.