Tann 21. juli í 1969 lendi amerikanska mánafarið The Eagle á mánanum, og allur heimurin kundi fylgja við, tá Neil Armstrong sum tann fyrsti setti fótin á mánan. Ella gjørdi hann tað?
Llíka síðani tann dag hava søgur gingið um, at hendingin fór als ikki fram á mánanum, men í einum upptøkuhøli ella einari oyðimørk í USA. Men í einari samrøðu við Certified Practicing Accountants of Australia slær Neil Armstrong fast, at hann var uppi á mánanum.
-Tað er altíð spennandi at gera søgur um slíkar hendingar. Men tær hava nú ikki ørkymlað meg, tí eg veit, at tá onkur fer aftur á mánan, fara tey at finna myndatólið hjá mær, sum eg legði eftir har uppi, sigur Armstrong.
Í samrøðuni sigur Neil Armstrong, at hann var 90 prosent vísur í, at hann fór at koma aftur niður á jørðina, men hann var bara 50 prosent vísur í, at tann fyrsta royndin at lenda á mánanum fór at eydnast. Men tað eydnaðist, og síðani hevur Armstrong verið kendur fyri orðini:
One small step for a man. One giant leap for mankind.