Arminia: Jóan Símun eigur lut í nýggja keypinum

Arminia Bielefeld hevur keypt danska Jacob B. Laursen við hjálp frá Jóan Símuni

Arminia Bielefeld hevur keypt danska vinstra bakkin, Jacob Barrett Laursen, frá OB. Tað er við hjálp frá fyrrverandi liðfelagnum í OB, Jóan Símuni Edmundssyni, at Jacob B. Laursen hevur tikið fetið frá donskum fótbólti til týskan fótbólt.

- Eg eri klárur til eina nýggja avbjóðing og takka verið Jóan Símuni, sum eg spældi saman við fyri nøkrum árum síðani, so veit eg nógv um felagið. Tað gjørdi tað lætt fyri meg at skriva undir, sigur Jacob B. Laursen við heimasíðuna hjá felagnum.

Danski vinstri bakkurin verður mettur sum ein framrættaður bakkur, sum hevur nógva renniorku. Ítróttarstjórin, Samir Arabi, sigur eisini at spælarin tykist passa væl til spælistílin hjá Arminia Bielefeld, sum komandi kappingarár skal spæla í Bundesliguni.