Fyrsta umfar í Bundesliguni er um vikuskiftið. Í dag spældi Arminia Bielefeld, sum hevur føroyska Jóan Símun Edmundsson í hópinum, javnleik á útivølli 1-1 móti SG Eintracht Frankfurt. Toftamaðurin var ikki í hópinum til dystin í dag.
Arminia Bielefeld kom annars á odda 1-0 tíðliga í seinna hálvleiki við máli, sum Cebio Soukou skoraði eftir 51. minuttir. Stutt seinni javnaði Andre Silva, sum í oktober 2016 skoraði hattrik móti Føroyum á Tórsvølli.
Jóan Símun Edmundsson er ikki á skaðalistanum, men við nógvum dystum fær toftamaðurin helst møguleikan fyrr ella seinni. Annars kann nevnast úr Bundesliguni, at Bayern Munchen vann heili 8-0 í fyrsta dystinum, sum var móti Schalke 04.
Eintracht Frankfurt - Arminia Bielefeld 1-1 (0-0)
0:1 (51.) Soukou
1:1 (62.) Silva.
SG Eintracht Frankfurt:
Trapp – Abraham (C), Hasebe, Hinteregger – da Costa, Kohr, Rode, Kostic – Kamada – Dost, Silva.
DSC Arminia Bielefeld:
Ortega Moreno – de Medina (13. Brunner), Pieper, van der Hoorn, Lucoqui (73. Laursen) – Prietl, Hartel, Doan (73. Kunze) – Soukou (73. Gebauer), Klos (C), Cordova.