Arminia Bielefeld: Jóan Símun spældi frá byrjan

Jóan Símun Edmundsson er aftur á vøllinum og ger klárt til Bundesliguna

Arminia Bielefeld spældi í gjár venjingardyst móti VfB Stuttgart, sum eins og Arminia Bielefeld flutti upp í Bundesliguna til hetta kappingarárið. Jóan Símun Edmundsson byrjaði inni og spældi fyrra hálvleiki í 2-0 ósigrinum.

Toftamaðurin hevur givið avboð til A-landsliðið, tí hann hevur trupulleikar við knænum. Hann fer tí í fyrstu atløgu hugsavna seg um Arminia Bielefeld, sum miðskeiðis í komandi mánaði skal spæla fyrsta dystin í Bundesliguni.

Jóan Símun Edmundsson hevur verið heima í summar, men hevur allan hendan mánaðin verið í Bielefeld, har hann hevur arbeitt við at fáa knæið í rættlag, so hann kann spæla vanligt aftur. Tað eru tekin um framstig, tá hann spælir ein heilan hálvleik.

Uwe Neuhaus, venjari hjá Arminia Bielefeld, er nøgdur við avrikið hjá liðnum, hóast tað bleiv til ein ósigur. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki, men venjarin heldur at liðið hóast alt stóð væl. Hann nevnir millum annað, at liði helt fram at spæla og skapa málmøguleikar. Ein av teimum hevði toftamaðurin, men tíverri fór bólturin ikki í málið.

Jóan Símun Edmundsson er fyrsti føroyingurin í Bundesliguni, og nú er líkt til at hann er aftur í tonkunum hjá venjaranum eftir knæskaðan. Arminia Bielefeld skal í 1. umfari í Bundesliguni spæla móti Eintracht Frankfurt á útivølli.