Arminia Bielefeld er nú langt fremst

2. Bundesligan: Jóan Símun Edmundsson hevur beina kós móti Bundesliguni við sigri í dag

Arminia Bielefeld hevur í dag vunnið 1-0 á SV Wehen Wiesbaden í næstbestu deildini í Týsklandi. Jóan Símun Edmundsson byrjaði fyrstu 71 minuttirnar og Arminia Bielefeld er nú níggju stig røttu megin uppflytingarstrikuna.

Góðu tíðindini fyri toftamannin og liðfelagirnar í Arminian byrjaðu longu í gjár. Kappingarneytarnir úr VfB Stuttgart og Hamburg SV tapti báðir sínar dystir. VfB Stuttgart tapti 2-0 móti SpVgg Greuther Fürth, meðan Hamburg SV tapti 3-0 móti FC Erzgebirge Aue.

Jóan Símun Edmundsson byrjaði inni í dag, tá Arminia Bielefeld vann 1-0 á heimavølli móti SV Wehen Wiesbaden. Málið skoraði stóra stjøran á liðnum, Fabian Klos, tá 74 minuttir vóru spældir.

Arminia Bielefeld hevur nú 50 stig fyri 24 dystir. VfB Stuttgart hevur 44 stig, meðan Hamburg SV hevur 41 stig. Nummar eitt og tvey flyta beint upp í Bundesliguna, meðan nummar trý skal spæla upp og niðurflytingardyst.

##med2##