Armgarð ætlar sær langt

- Hetta er tað, eg vil og arbeiði fram í móti, sigur Armgarð Mortesen, sum í løtuni er ein av mest nýttu modellunum í Føroyum

Í Vikuskiftissosialinum ber til at lesa um 18 ára gomlu Armgarð Mortensen úr Havn, sum seinastu árini hevur verið nógv at sæð í ymsum lýsingum og øðrum verkætlanum.

 

- Tað fellur mær onkursvegna natúrligt at standa framman fyri einum myndatóli, og fyri hvørt photoshoot, eg geri, læri eg eina rúgvu. Um meg sjálva, um ta veruligu verðina og um etikk, sigur Armgarð Mortensen.

 

Seinastu tíðini hevur hon fingið nógvar fyrispurningar frá útlendskum fotografum og øðrum innan mótaheimin.

 

- Bransjan er knallhørð, og tað ræður um at finna tey røttu fólkini at samstarva við, soleiðis at báðir partar hava álit á hvørjum øðrum. Tað hugsi eg eisini nógv um, nú eg javnan fái fyrispurningar frá útlendskum fotografum, ið vilja brúka meg sum modell, greiðir Armgarð Mortensen frá.

 

- Eg føli, at eg eri klár at fara í útlandið at arbeiða sum modell, men tað er sjálvandi ein rúgva, sum skal fáast upp á pláss, áðrenn tað kemur hartil. Men hetta er tað, eg vil og arbeiði fram ímóti, sigur Armgarð Mortensen.

 

Les alla samrøðuna við ungu modellina í Sosialinum ella her, har hon millum annað greiðir frá, hví Landssjúkrahúsið er hennara annað heim, hvussu hon hevur stríðst fyri at taka uppá, og hvussu tað var at gera eina freku senu í filminum Vetrarmorgun.