Armgarð Weihe vann búmerkja kappingina

Tíðindaskriv

Í summar hevði Kommunusamskipan Føroya, KSF búmerkjakapping, og á stýrisfundi Ì farnu viku samtykti stýrið Ì KSF einmælt at taka undir við tilmælinum hjá dómsnevndini, ið varð sett at taka støðu til innkomnu uppskotini.
Dómsnevndin mælti til, at Armgarð Weihe skuldi fáa 1. virðisløn. Lýst varð eisini við 2. virðisløn, men dómsnevndin mælti frá at lata hana.
Í dómsnevndini sótu: Øssur Mohr, listamaður úr Fuglafirði, Jan Christiansen, borgarstjóri úr Tórshavn, Petry Joensen, býráðsskrivari í Vági
10 uppskot komu til búmerki frá 8 luttakarum.
Nýggja búmerkið hjá KSF, sum er Ì blágráum litum ímyndar lagað malagrót. Hvør steinur er ein eind, sum, settur saman við øðrum steinum, skapar ein bygnað. Laðast kann afturat, og bygnaðurin kann innganga í nýggjar samanhangir. Lagað grót er ímyndin av tí menniskjaskapta. Bygnaðurin er sterkur, men skal haldast við líka. Búmerkið lýsir ta menniskjaligu drívmegina og týdningin av samskifti og samskipan.
Litirnir í búmerkinum eru valdir, so teir stuðla undir og eru í samspæli við formin á búmerkinum. Liturin stavar frá basaltinum, sum er tilfarið, ið landið byggir á, og kann eisini ímynda eina spegling av himmali og havi í grótinum.