Í september 2023 rak Aserbadjan 120.000 kristnar armenar burtur úr Nagorno-Karabakh til Armenia. Hetta hendi brádliga og á ein sera harðan hátt, við bæði drápi og lemjan. 4.400 fermetrar vórðu tiknir frá einum fólkaræði og latnir einum einaræði. Tiknir frá kristindóminum og latnir islam. Ongin uttanfyri reageraði, tá hetta hendi. Og eftir at hetta var farið fram, var tøgnin stór.
Síðani er evropeiskur innflutningur av olju og gassi frá Aserbadjan vaksin munandi, Formula-1-kapping er hildin í Baku, og altjóða veðurlagsráðstevnan var hildin har í fjør . Fá tosa um eina etniska reinsan í eystara parti av Evropa. Tøgnin tykist merkja líkasælu.
Kann tað vera vandamikið, at Vesturheimurin í veruleikanum stuðlar einum islamiskum stati og vendir bakið til teir kristnu armenarnar? Kann stríðið økjast, nú forsetin í Aserbadjan, Alijev, beinleiðis hóttir Armenia og nevnir tað "Vestaserbadjan"? Og hvussu ávirkar hetta stríðið tvídráttin millum Russland og Evropa?
Armenia hevur í áratíggju lítt á Russland fyri verju. Undir seinna Karabakh-krígnum í 2020 sendi Russland í evstu løtu friðarvarðveitandi herdeildir inn, fyri at verja tað sum eftir var av Karabakh. Men trý ár seinni var tað liðugt. Í 2023 tók Russland seg burtur og lat armenarnar í Karabakh verða upp til náði Aserbadjans.
Í 2014 leyp Russland á Krim og eystara part av Ukraina, men vesturheimurin reageraði nærum bert symbolskt.
Nú standa vit við eini líknandi støðu í Armenia, har stóri spurningurin er: Fer nakar at hjálpa Armenia, um landið verður álopið av Aserbadjan?
Russland, sum sveik Armenia í 2023, og nú eyðsæð krevur at hava eftirlit við fyrrverandi sovjetiskum londum, er neyvan partur av loysnini.
Er Armenia fullkomiliga einsamalt? Og er nakað, sum Evropa kann og eigur at gera?
Armenska fólkamorðið
Í 1915, undir fyrra heimsbardaga, framdu turkar eina skipaða oyðing av armenum – fyrsta fólkamorð í 20. øld. Danmark hevur ikki viðurkent hetta fólkamorðið, sjálvt um lond sum Svøríki, Týskland, Frakland, Sveis og USA hava viðurkent hendingina. Dentur verður somuleiðis lagdur á hetta á ráðstevnuni á Christiansborg hósdagin.
Ráðstevnan
Fulla skráin kann lesast á heimasíðuni hjá hjálparfelagsskapinum Mission10forty, www.mission10forty.org, og umvegis sosialu miðlunum hjá Javnaðflokkinum á Fólkatingi. Her er yvirlitið við øllum røðarunum:
- Artak Beglaryan, fyrrverandi forsætisráðharri í Nagorno-Karabakh, nú flótti í Armenia
- Anders Fogh Rasmussen (við úr Armenia), fyrrverandi danskur forsætisráðharri og NATO-aðalskrivari, stovnari og formaður fyri Rasmussen Global
- Raffi Doudaklian, landastjóri fyri World Vision Armenia
- François Zimeray, fyrrverandi franskur sendiharri í Danmark, 2013-2018
- Sjúrður Skaale, limur í Fólkatinginum fyri Javnaðarflokkin
- Karsten Hønge, limur í Fólkatinginum fyri SF, limur í Uttanríkispolitisku nevndini og Uttanríkismálanevndini
- Matthias Bjørnlund, danskur søgufrøðingur
- Vahagn Avedian, ph.d. í søgu, granskari í friðar- og stríðsrannsóknum
Ráðstevnan verður á enskum. Áhugaði kunnu tilmelda seg á www.mission10forty.org. Kostnaðurin fyri tiltakið er kr. 100,-
Javnaðarflokkurin á Fólkatingi