Armóð leiddi okkum á garnaveiði

»Neyð lærir nakna kvinnu at spinna«, er gamalt orðafelli. Hetta kunnu brøðurnir, Kristin og Marius Vilhelmsen í Klaksvík, ásanna. Saman eiga teir útróðrarbátin, Gudrun, sum hevur verið á garnaveiði hvørt ár síðan 1994.

 

FISKIVINNA

Vilmund Jacobsen


Tey fyrru árini av nítiárunum var fiskaloysi undir Føroyum, og í 1994 var einki at royna eftir við línu hjá 24 tons stóra útróðrarbátinum, Gudrun. Men hetta árið gjørdist eisini ein nýggj byrjan hjá Kristini og bróðrinum, Mariusi, sum tá fóru at royndarfiska eftir havtasku fyri Fiskirannsóknarstovuna. Tá vóru onnur størri skip longu byrjaði at fiska havtasku við gørnum, men áhugavert var at vita, um havtaska í hampiligum nøgdum eisini fekst nærri landi.

Tað, sum er serligt við garnaveiðini hjá Gudrun, er, at hetta er ein lutfalsliga lítil útróðrarbátur, sum hevur prógvað, at tað ber til at reka lønandi veiði eftir havtasku við einum slíkum báti.

Garna-og línuveiða

? Eg vil siga, at tað fyrsta árið fekst ikki nógv burtur úr, og árið eftir var heldur ikki nakað serligt. Vit vóru ókunnugir við henda veiðihátt og mugu ásanna, at nógvi streymurin á grunninum var ein trupulleiki, tí gørnini fløktust illa. Men, sum frá leið fór at ganga betur, og seinnu árini hevur havtaskuveiðan havt stóran týdning fyri bátin og manningina, sigur Kristin Vilhelmsen.

Gudrun hevur øll árini síðan 1994 verið á havtaskuveiði í tíðarskeiðinum, 1. apríl til 31. oktober. Síðan hava teir roynt við línu um veturin og egnt í landi. Fimm mans eru knýttir at útróðrarbátinum. - Øll árini við undantaki av árinum í ár, hevur talan verið um royndarfiskiskap, men tá ið nýggja garnakunngerðin kom í mai, fingu vit veruligt fiskiloyvi til havtasku.

Kristin sigur, at tá ið royndirnar byrjaðu í síni tíð, royndu teir serliga eystanfyri, men nú royna teir bara royna norðanfyri. Hetta er eisini ein treyt í nýggja loyvinum. Men hetta passar teimum fínt, tí tað vísir seg, at norðanfyri fæst frægast burtur úr.

? Her er næstan eingin hjáveiða av øðrum fiskasløgum. Í fjør og fyrraári lá hjáveiðan um 3%; í ár var hon uppaftur minni, sigur hann. Hóast Gudrun hevði loyvi at royna heilt inn móti landi, fóru teir sjáldan inn um 10 fjórðingar og ongantíð inn um 6 fjórðingar. - Fóru vit inn um 8 fjórðingar, var ofta nógvur mosi í gørnunum, men eisini her fekst havtaska, sigur Kristin og vísir á, at fult so frægt vísir seg at vera at royna, har botnurin ikki er ov bleytur. Í dag hevur Gudrun ikki loyvi at royna innanfyri 12 fjórðingar, og teir kunnu royna út í kantin.

Jøvn havtaskuveiða

Royndirnar, sum Gudrun hevur gjørt, hava víst, at meira og minni er at fáa allastaðni. Ongastaðni er einki at fáa, hvørki innari ella ytri.

Kristin vísir á, at veiðan seinastu árini hevur verið rættiliga jøvn; hon hevur ligið millum 75 og 80 tons fyri sesongina. Í ár fingu teir 82 tons, 78 í fjør og 82 í fyrraári.

? Í ár var prísurin ikki so góður sum í fjør, men hetta er framvegis ein góð veiða.

Spurdur, hvussu gongur at samstarva við aðrar skipabólkar, sum koma fram við, sigur Kristin, at tað hevur ikki verið nakar trupulleiki.

? Vit løgdu okkum á eitt øki norðanfyri. Har lógu vit púra stillir, drógu og settu aftur uttan nakrar sum helst trupulleikar. Men greitt er, at hetta er ein reiðskapur, sum tekur pláss og tí má upplýsast væl, hvar hann stendur. Vit gera nógv við at siga frá, og vit royna leingi á somu leið. Mær kunnugt, er ongantíð hent, at nakar hevur sett omanyvir okkara reiðskap. Her koma eingir útróðrarbátar við línu, tí vit eru so uttarliga, og snelluskipini eru sum oftast ytri enn vit, sigur Kristin.

Fáa væl við línuni

Síðan Gudrun dróg gørnini, hava teir verið tríggjar túrar við línu og fingið tilsamans 18.000 pund. Teir egna í landi og seta 40 stampar hvørja ferð.

Agnið hevur verið kúfiskur og høgguslokkur. Størri helmingurin av veiðini hevur verið hýsa, restin gráur fiskur.

Kristin Vilhelmsen sigur, at tað yvirhøvur hevur gingið væl hjá útróðrarbátunum í ár og í fjør.

? Tað er onkur, sum hevur fiskað fyri meira pengar enn vit, sjálvt um vit eisini fiska havtasku. So, útróðurin er hugaligari í dag, enn tá ið vit fóru at royndarfiska eftir havtasku í 1994, sigur hann at enda.